Avrætting útsett

Ætlanin var, at tann 44 ára gamli Delma Banks skuldi avrættast í einum fongsli í amerikanska statinum Texas fyrrakvøldið, men avrættingin varð útsett eftir boðum frá hægstarætti.
Avgerðin hjá hægstarætti kom bert tíggju minuttir, áðrenn Delma Banks skuldi avrættast. Hetta er 16. ferð, at amerikanski hægstirættur hevur útsett ella ógildað eina avrætting.
Delma Banks er dømdur til deyða fyri at hava skotið ein 16 ára gamlan drong fyri meiri enn 20 árum síðani. Verjar hansara hava sagt, at hann fekk ikki eina rættvísa viðferð í rættinum, tá málið varð viðgjørt.