- Sjálvandi er hann troyttur, men samstundis er hann ógvuliga fegin um, at ætlaða avrættingin er útsett í óvissa tíð, sigur norski hjálparadvokaturin, Farid Bouras, sum starvast fyri Advokatfelagið Elden. Hann leggur aftrat, at enn er eingin trygd fingin fyri, at ætlaða avrættingin av manninum endaliga er avlýst.
Hin 54 ára gamli, Saad Jidre Hayd, sum hevur búð í Noregi seinastu 25 árini og hevur adressu í Oslo, varð seinasta mikudag dømdur til deyða fyri dráp í Somalia. Maðurin sigur, at hann uttan ávaring varð álopin á opnari gøtu og royndi at verja seg sum best.
Hósdagin í hesi vikuni fekk familjan hjá manninum boð um, at Saad Jidre Hayd skuldi takast av døgum - skjótast - í dag, leygardagin.
- Vit eru sjálvandi ógvuliga fegin um, at ætlaða avrættingin av pápa mínum er útsett. Vit vóna, at norskir myndugleikar gera líka nógv fyri pápa, sum tey gjørdu, tá tveir norskir ríkisborgarar vórðu tiknir í Kongo.
Ein av synum hin 54 ára gamla sigur við NTB, at pápin varð álopin uttan orsøk, og at hann vardi seg. Stuðulsadvokaturin hevur seinastu dagarnar sitið í telefonsamrøðum við myndugleikarnar í Somalia í royndini at fyribyrgja, at deyðadómurin verður framdur.
Norska uttanríkisráðið hevur sagt við myndugleikarnar í Somalia, at tey í Noregi vænta, at deyðadómurin verður ógildaður, og í gjár - fríggjadagin - høvdu umboð fyri norska uttanríkisráðið fund við umboð fyri myndugleikarnar í Somalia.
- Á fundinum løgdu vit dent á, at deyðadómurin ikki kann góðtakast og ei heldur má fremjast. Norski ríkisborgarin eigur at fáa eina rættvísa rættarsókn, sigur norski uttanríkisráðarrin, Ine Eriksen Søreide.