Avrættið smiðin- ikki bakaran

Øll kenna helst klassisku søguna um smiðin, ið var deyðadømdur í eini bygd. Bygdin átti bert hendan eina smiðin, meðan fleiri bakarar vóru í bygdini. Tí gjørdi bygdafólkið av, at avrætta ein óskyldugan bakara ístaðin fyri smiðin - tí tað var mest praktiskt fyri bygdina, hóast dundrandi órættvíst.

Altíð martyrium í Føroyum
At rætta bakara fyri smið er meira reglan enn undantakið í føroyska samfelagnum. Tað eiga vit politikarar, fjølmiðlarnir og meiningsskaparar í samfelagnum sum heild ábyrgdina av. Umframt vanligt slatur og sleyg. Og tað er og verður dundrandi órættvíst.
Tey, sum hava ábyrgdina og skulu standa til svars fyri henni, sleppa sum oftast undan. Spæla martyrar og royna at fáa sympati. Tað riggar oftast so væl, at heldur verður lopið á boðberarnar fyri at fjala trupulleikarnar. Og tá tey, sum hava tikið avgerðirnar og skulu standa til svars, spæla pínslaváttar, so verður skjótt kikarin settur á tey, sum ikki hava somu møguleikar at verja seg og sleppa framat.
Eg kundi nevnt óteljandi dømi, men nevni her bert tvey mál, har farið eigur at verða eftir undirritaða og ikki eftir nøkrum øðrum.

Aðalstjórasetanin í Løgmálaráðnum
Tað fyrra er setanin av aðalstjóra í Løgmálaráðnum.
Har hevur bæði í Útvarpinum og í Dimmalætting verið sáddur ivi um mannagongdina. Men fólk, sum hava søkt starvið, og fólk í setanarnevndini, sum ger tilmælið, eru viðgjørd og hava fingið sett ymisk spjaldur á seg. Hóast tey ikki hava ábyrgdina ella eiga lut í avgerðini. Tey hava heldur ikki reellan møguleika at verja seg.
Um fjølmiðlar og fólk annars hava atfinningar ella spurningar, eigur at vera farið eftir:
1.Mær sum landsstýrismanni, ið hevur gjørt niðurstøður í tilmæli til løgmann.
2.Eftir løgmanni, sum bæði setur starvið og hevur eftirlit við embætisførslu landsstýrismanna.
3.Eftir løgtinginum, sum skal hava eftirlit við landsstýrinum og løgmanni.

At seta umsøkjarar ella onnur fólk í andglettin, er at rætta bakara fyri smið.

Skrásetta parlagið
Tað seinna málið, eg vil nevna, er spurningurin um skrásett parlag.
Eg havi reist málið sum landsstýrismaður í lógarmálum, tí eg haldi tað verða grundleggjandi fyri okkara samfelag og avgerandi fyri eitt sjálvstøðugt fólk og land, at øll hava rættartrygd. Uttan mun til, hvussu tey eru skapt, teirra sannføring, ella hvussu tey velja at liva - bert tey ikki gera seg inn á onnur og rættartrygd teirra.
Hesi sjónarmið haldi eg fast við og vil grundgeva og arbeiða fyri sjónarmiðunum mótvegis teimum mongu atfinningunum.
Men tað er dundrandi órættvíst, at hetta mál nú verður brúkt til at leggja eftir teimum samkyndu. Nú verður í orðaskiftinum aftur lagt eftir einum minnilutabólki, ið onki hevur gjørt nøkrum og sum ikki fær vart seg ella sleppur framat. Heldur enn at viðgera sjónarmiðini, sum eg í hesum føri havi reist, og sum allir politikarar eiga at kunna viðgera og taka ábyrgd av, uttan at fordøma onnur samstundis.

Tað er ikki synd í teimum, sum hava ábyrgd
Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt, at tað er synd í løgmanni ella einum landsstýrismanni, tá atfinningar verða reistar. Og hvat nú, um samgongan rýkur? Nei, siga vit. Lat okkum heldur skelda tey, sum reisa atfinningarnar ella onkran longur niðri í systeminum.
Men hetta er at rætta bakara fyri smið.
Tað er ikki synd í løgmanni ella landsstýrismonnum, um mál verða reist, sum teir hava ábyrgdina av og mugu standa við. Teir hava allar møguleikar at verja seg - um teir bert fáa eitt rímiligt fair-play í fjølmiðlum og frá tinginum. Og um teir tora og vilja grundgeva fyri sínum gerðum í fortíð og nútíð.
Tað er heldur onki galið í, at tingfólk ella onnur reisa atfinningar. Tað er hinvegin teirra skylda. Kravið er bert, at tey, sum atfinningarnar eru reistar ímóti, fáa høvi at svara teimum - og at øll fáa somu viðferð.