Ein amerikanari, sum var dømdur til deyða fyri neyðtøku og morð, varð í gjár avrættaður við heilivági, sum er gjørdur til djór. Maðurin, sum æt Donald Beaty, varð tikin í 1994 og ákærdur fyri at hava neyðtikið og myrt eina 13 ára gamla gentu í statinum Arizona. Í rættinum fekk hann deyðarevsing, og síðani hevur hann bíðað eftir, at dómurin skuldi fullførast.
Í gjár varð Donald Beaty so tikin av døgum við einari innspræning við heilivági, sum er gjørdur til djór.
Higartil í ár eru 19 fangar avrættaðir í USA, og 11 teirra eru avrættaðir við djóraheilivági, skrivar AP, sum sigur, at støðugt fleiri statir brúka djóraheilivág til at avrætta deyðadømdar fangar við.