Kolombiski rúsevnabarónurin Leónidas Vargas bleiv myrdur inni á einum sjúkrahúsi í Madrid í gjár Spanska blaðið El Pais skrivar, at tveir leigudrápsmenn sníktu seg inn á sjúkrahúsið, har annar teirra skjeyt tann 59 ára gamla Leónidas Vargas fleiri ferðir við einari skammbyrsu við ljóðdoyvara.
Vargas varð í 1995 dømdur 19 ára fongsul fyri rúsevnahandil og onnur brotsverk og 25 ára fongsul fyri morð. Hann varð royndarleyslatin í 2002, men bleiv tikin aftur í juli í 2006 í Spania, eftir at løgreglan var komin fram á nógv rúsevni, sum hann hevði samband við.
Leónidad Vargas bíðaði eftir dómi í hesum málinum, tá hann fyri nøkrum døgum síðani bleiv innlagdur við magatrupulleikum. Í gjár bleiv hann avrættaður.