Avrættaðar

Í gjár kunngjørdu burturflytararnir í Irak, at teir høvdu avrættað Simonu Pari og Simonu Toretta

Tær báðar 29 ára gomlu italsku kvinnurnar vóru farnar til Irak at arbeiða fyri ein italskan hjálparfelagsskap. Tann 7. september vórðu tær burturfluttar í Bagdad, og gjáranáttina kunngjørdi ein islamistisk heimasíða, at burturflytararnir høvdu tikið tær av døgum.

Tað var felagsskapurin Jihad, sum burturflutti tær báðar kvinnurnar. Felagsskapurin kravdi, at Italia skuldi taka sínar hermenn úr Irak, men stjórnin hjá Silvio Berlusconi, forsætisráðharra segði nei. Svarið úr Irak kom gjáranáttina:

-Vit í tí irakska Jihad boða við hesum frá, at dómur Guðs er fullførdur, og at teir báðir italsku fangarnir eru avrættaðir, tí at italska stjórnin sýtti fyri at gera eftir kravi okkara. Samstundis ávara vit Italia um, at vit fara at halda fram við álopum okkara, og at eingin útlendingur í Irak fær frið, stóð í kunngerðini á heimasíðuni.

Italsku myndugleikarnir søgdu í gjár, at tað var vónleyst at fáa váttan fyri, um kunngerðin var sonn ella ikki. Reuters skrivar, at tað hevur fleiri ferðir fyrr víst seg at vera trupult at fáa vissu fyri, at fólk veruliga eru avrættað, men at slíkar kunngerðir vanliga hava víst seg at vera rættar.

Fyrr í vikuni hava irakskir burturflytarar avrættað tveir amerikanarar, og teir hava hótt við at avrætta bretan Kenneth Bigley, sum bleiv burturfluttur saman við teimum báðum amerikanarunum. Skyldfólk hjá Bigley hava biðið bretsku stjórnina fáa gíslan leysan, men Jack Straw, uttanríkisráðharri, segði í gjár, at stjórnin fer ikki at tingast við yvirgangsmenn.