Í minsta lagi níggju fangar vórðu tiknir av døgum í afrikanska landinum Gambia í nátt, eftir at landsins forseti, Yahya Jammeh (myndin), hevur sagt, at allir deyðadømdir fangar í landinum skulu avrættast.
Amnesty International sigur, at felagsskapurin hevur fingið fleiri álítandi frásagnir um, at níggju fangar vórðu tiknir av døgum, og at fleiri aðrir ætlandi fáa somu lagnu teir næstu dagarnar.
-Hesar avrættingarnar eru eitt risastórt afturstig fyri Gambia, skrivar AI í einum tíðindaskrivi. Myndugleikarnir hava ikki váttað tíðindini um teir avrættaðu fangarnar.
Yahya Jammeh, forseti, kunngjørdi seinasta sunnudag, at allir fangar, sum hava fingið deyðadóm, skulu takast av døgum fyri hálvan september. Myndugleikarnir hava ikki sagt, hvussu nógvir fangar hava deyðadóm, men franska tíðindastovan AFP hevur roknað seg fram til, at 47 fólk hava fingið deyðadóm í Gambia síðani juli í 2010.
Ein trygdarkelda í landinum hevur upplýst, at teir 47 fangarnir vórðu savnaðir saman á einum stað hóskvøldið.