Avoldaður etikkur fer ongantíð at hjálpa okkum at skilja fylgjurnar av mannaklóning

Um síðir vil áleikandi tøknifrøðin fáa ristandi kroppar at hvíla og rændar heilar at hugsa aftur og, tessvegna, broyta mannalív til menniskju... til persónar aftur

Fyri á leið einum ári síðani bórust tíðindi frá Suðurkorea, ið áttu verið fagnað av øllum skynsemisligum verum sum eitt stikkorð fyri at kulka sjampanju í seg og klemma børn.
Byrjanin til lekjandi klóning hevur nevniliga allar fyritreytir fyri at verða eitt líka so stórt menniskjaligt bragd sum vevnaðarflutningur, sjálvt penisillin. Endiliga kundu Parkinson- og Alzheimer-offur og tey, ið hava fingið sukursjúku, føla eina vónboðandi strálu kína kjálkan.
Slóðbrótandi mannagongdin evnað til av koreanskum vísindamonnum er ikki ring at skilja: teir hava klónað kyknurnar hjá 30 sjúklingum og skapt ein fullkomnan ílegumaka av tí upprunaliga. Teir hava ikki gjørt hetta so at framleiða eitt herlið av Hitler-útgávum?opinbárilska sjónin orðið "klóning" enn tykist at birta millum fólk.
Nei; teir hava gjørt hetta so at kyknurnar kunna umskapast til nýísetingar-vevnað at viðgera ella lekja sjúkurnar hjá sjúklingunum uttan at verða havnaðar av teirra verjuskipan. Um síðir vil áleikandi tøknifrøðin fáa ristandi kroppar at hvíla og rændar heilar at hugsa aftur og, tessvegna, broyta mannalív til menniskju... til persónar aftur.
Kortini hava milliónir av menniskjum ikki hátíðarhildið. Hetta, antin tí at okkara fjølmiðlar ikki hava verið nóg raskir at útvegað teimum henda kollveltandi tíðindastubba, ella tí at tey kenna andstygd.
Sum sagt, so hava, í mun til meg og míni, milliónir av fólki sýtt fyri at drekka skál vegna koreanarunum og teirra stórverki, til gagns fyri mannaættina. Ikki bara tað, órógvandi nógv fólk hava biðið ilt fyri og fordømt koreansku vísindamennirnar verandi "óndir".
Men ein og hvør sum ímyndar sær, at átrúnaðarlig lygn og samanpentan og tess andstygd fyri vísund og framburði er avmarkað til islamofasistar, Taliban og Co., fer grøtiligani skeivur. Evangelistar og løgnar sektir tvørturígjøgnum Amerika skírdu medisinska framstigið "satanisma", "avskræmiligt" og, mest forvitnisligt, "arbeiði framt av barnamordarum".
Vatikanið kravdi eitt fullfíggjað forboð móti arbeiðnum hjá koreansku læknunum og kallaði lekjandi klóning "eyðræning av menniskjum, leitað upp av ávísum vísindaligum og ídnaðarligum ringum, skundað undir av duldum búskaparligum ávum".
Hvat Jóhannes Paula II páva viðvíkur átti hansara útsagnir um lekifrøðiliga klóning sjálvandi ikki komið óvart á okkum. Væl stríddist hann ímóti kommunismuni, men hetta er hóast alt tann sami maðurin, sum ber høvuðsábyrgdina fyri hundraðtals milliónum eyðkvæmis-offrum sum eitt, at kalla beinleiðis úrslit av hansara vitleysu úttalilsum um hvussu hítir ikki rigga.
Tískil, um onkur ivast í hvar hin "heilagi" faðirin er, sum tú lesur hetta, íðan, so er eingin grund til at leita víðari. Hann stendur fyri Gudi og fær eina so ógvusliga skola, vanliga óttaleysir menn sum Roy Keane og Høgni Hoydal høvdu rist í brókunum av. Ein skola so óyvirlítandi, "alfaðirin"?sjálvt í sínum mest ótamdu dagdreymum?ikki hevði kunnað ímyndað sær.
Orsøkin til polariseraðu reaksjónirnar?bjartskygni ímóti vónloysi, frøi ímóti øði ? er annars, at kjakið um mannaklóning gleivar tvørtur um ógvusliga villustriku í okkara mentan. Á einari síðuni hevur tú tann evangeliska ella kristni-fasistiska etikkin; øðrumegin eru hasi, ið royna at flyta seg út um henda.
Og flyta okkum muga vit, tí verulig kristnitrúgv má vera at viðgera og lekja sjúkur, har hetta er gjørligt, men einans um tú greidliga kanst vísa á økt lívsvirði fyri viðkomandi. Millum annað av hesum slapp handa púra hjálparleysa kvinnan í Amerika at doyggja. Hon var endað sum eitt mannalív við ongum møguleika fyri bøtandi viðgerð; og var tað eisini ein maskina, ið syrgdi fyri at hon yvirhøvur kundi taka pláss á sjúkrastovuni. Men, vildi onkur sagt, stendur hetta ikki í andsøgn til tína andstøðu at IVF-politikkinum? Nei, tað ger tað ikki. At fáa børn er ikki ein rættur, men ein møguleiki. "Barnleysheit" er ikki ein sjúka, men ein støða. Eins og alkoholisma, narkomani og ludomani heldur ikki er ein sjúka, men ein tvingsilsgerð.
So tá ið vit tosa um at, um medisinska viðgerð, økja um lívsvirðið hjá mannaverum skula vit rokna uppí hasi, ið av sjúku ella løsti onki vit hava og eru púra hjálparleys. Tað eigur at vera eins "natúrligt" at hjálpa ikki-persónum sosum verum langt úti í Alzheimer og ógvusliga brekaðum børnum, mannalív á jøvnum føti við apur, sum hjá krabbasjúkum við onkrari vón um betran at leita sær medisinska viðgerð.
Samanumtikið nærkast vit einum etiskum landskjálvta; eini kollvelting, tá ið tað kemur til hvat vit meta vera rætt og skeivt. Fyrst av øllum skula vit koma láturverda "eindar-samfelagnum" til lívs og læra okkum ikki altíð at ?negativisera? orðið "makt", samtíðis sum vit vaksa um ábyrganina til hana.
Ja, ein kollvelting at meta við tí kopernikansku frá 16. øld, sambært heimspekinginum Peter Singer. Avdúkingin hjá polakkinum Kopernikus?at verðin melur í klingur um sólina?var startskotið til upplýsingartíðina, til materialismuna, og førdi við sær eina fullfíggjaða umskapan soleiðis sum mannaættin sá seg sjálva.
Singer, sum sjálvur er blivin kallaður barnamordari, er sannførdur um at tann nýligi medisinski sannleikin, elvdur til av klóning og endurgerð, fer at hava við sær líknandi ávirkanir á etiska húsabygnaðin, vit nú í alt ov langa tíð hava búð í.
Tann pøsti bygningurin, hann hjá víðgongdum kristnum, hevur verið umvældur og plástraður alt ov oftani. Tíðin er komin har vit við sleggju fara eftir sjálvari konstruktiónini í avoldaða bygninginum og laða upp av nýggjum; ja, konstruera ein spildurnýggjan etikk-bygnað.
Kristni-fasistar frá júst sálaða pávanum til andliga endurføddir føroyingar byrja frá so gamalsligum og so skaðiligum fortreyt-um, at tað nú er blivið ógjørligt at finna eina toluliga semju millum hesi og tey úti á vís-indaligu eggini.
Har er ein undirstøðilig ósemja um tann allarmest grundleggjandi spurningin: nær verður mannalív menniskja? Andligir svaklingar hata lekifrøðiliga klóning tí hon fevnir um at skapa eitt fostur fyri síðani at vraka tað. Hjá teimum er hetta morð. Tey halda, at í somu løtu sum sáðið og eggið hittast, ?voila?, hevur tú eitt menniskja við eini Guds-veittari sál... longu har.
Eitt dagagamalt fostur, siga tey, er líka so nógv ein persónur sum Leif Láadal, hóast tað rúmar knappar 100 at kalla ósjónligar kyknur. Og teirra hugsing heldur á: at brenna eitt fostur aftaná at hava gjørt royndir við tí er líka andstyggiligt sum at plasera spreingievni undir Unn í Dali aftaná enn eitt umfar av sha?manistiskum nonsense.
Tey, sum minnast ákallanina hjá Monty Python, "Every sperm is sacred", og flentu, kunna ikki annað enn taka undir við hvussu fjákut hevdanin, um hvussu tú kanst javnseta eitt elalítið ílegutyssi við ein persón, eginliga er.
Peter Singer vísir á hvussu vísindaligar kanningar bróta niður hevdanirnar hjá andligum svaklingum og endar rættliga við at skráseta tær sum "yvirnatúrliga fantasi". Hinvegin er sovorðið sum heilavirkni, tilvitan og í hvønn mun tú følir pínu og kann perspektivera, ein trúlig tilskilan um hvat ein persónur er.
Við hesum vísindaligu greiningum kanst tú so gera av endaliga markið fyri, ikki bara nær tú reint etiskt kanst gera mannaklóningar-royndir, men eisini nær rætturin at taka lív verður afturumlagdur av rættinum at sleppa at liva. Hetta, tí vit nettupp nú eru vitandi um hvat ein persónur er fyri nakað.
Um tú ynskir at gera av hvørja meining at hava hesum viðvíkjandi, so stilla tær sjálvum tveir einfaldar spurningar. Skal tín moralski leiðvísari fyri 21. øld vera ein avlagað útgáva av túsundáralæranu hjá oyðimarkanomadum, presenterað av "Halleluja, eG eLsKi JeSuS..."-fólki og einum manni við einum giga-hatti og tilvitaður drepari av milliónatals minni-vitandi katolikkum í Afrika, og sum øll halda seg hava beinleiðis samband við Gud?
Ella eru vitsjálvi, sum í dag liva, Guds egna framleiðsla, betri før fyri at føra fram moralitetin í avgerandi málum sum viðgerðarklóning, og nær tú kanst brúka og drepa eina mannaveru?
Halleluja-fólkini og "andliggjørd" forfólk innan kristin-dómin, jødadómin og islam reka eitt virkið og boysið átak at støðga einum munagóðum, medisinskum frambroti. Hesi fólkini muga fáa mótstøðu. Eina so bersøgna, tú kanst hugsa tær til. Tey kunna trúgva hvat teimum enn lystir heima hjá sær sjálvum, eisini á álvar og at álvafljóð búgva úti í urtagarðinum, undir rabarbunum; og tey kunna nokta at nýta viðgerðina um tey sjálvi gerast sjúk. Men tey hava als ongan rætt at aftra vísindaliga menning við eini sertrúar-tulking sum sannførslu.
Har er eingin heimspekilig ella aðramáta gudfrøðilig grund til at vera ímóti mannaklóning, men har eru miklar praktiskar grundir til hví tað hevði verið ósiðalæti at roynt hana við avmarkaðu nútíðar-tøknifrøðini.
Hjá sertrúgvandi og "frelstum" og teirra "andliggjørdu" bossum at tosa um lekjandi klóning og klónað pinkubørn alt í senn, er óæriligt og svikafult. Tað er rætt og slætt skeivt at rógva fram undir at hesi ábyrgdarmiklu og navnframu vísindafólk fummisliga eru farin undir eitt sinnissjúkt og ólógligt mannaklóningar-átak. Vísindafólkini í demokratiska partinum av Korea fáast við upprunakyknum á stødd við ein pikka, pikka, pikka, pikka, pikka, pikka-lítlan silvurfisk?ikki nervaskríggjandi sjúkrarøktar-nýføðingar á 5 kilo.
Hesir læknar eru farnir í holt við tí ærumiklastu mannatráanina: at lekja tey sjúku. Tíðin er sostatt komin til at gera av, um vit eru á teirra síðu... ella henni hjá teim avoldaðu og avlagaðu evangelistunum, ið royna at koma tvørt fyri hjá læknunum.