Avmontera revolvarapolitikkin

Jákup Mikkelsen helt lítið um framferðina hjá Finansiel Stabilitet í málinum um Eik Banka. – Vit fara ikki at lata okkum alt lynda, segði hann á landsfundi Fólkafloksins.

- Tað er ógvuliga arrogant av nevndarformanninum í Finansiel Stabilitet, tá hann skírir føroyingar sum fólk, ið loypur av 72. hædd og tá hann fer framvið 30. hædd sigur, at enn gongur væl, segði Jákup Mikkelsen á landsfundi Fólkafloksins, sum var í Virkinum á Sandi í gjár.
Hann legði upp til, at landsstýrið tekur upp samráðingar við donsku stjórnina um at finna eina loysn á málinum um tað vísir seg, at privatu áhugamálini ikki røkka at yvirtaka Eik Banka.
- Vit fara undir ongum umstøðum at loyva Finansiel Stabilitet at avvikla Eik Banka, sló Jákup Mikkelsen fast.
Hann segði eisini, at hann fann seg ikki í, at Finansiel Stabilitet hótti við einari dead-line sum segði 6. desember.
- Tað er niðurgerandi, at danir koma til Føroya við tí boðskapinum, og tað finna vit okkum ikki í. Vit mugu avmontera hendan revolvarapolitikkin, ongantíð ov skjótt, segði Jákup Mikkelsen, politiskur formaður á Tingi hjá Fólkaflokkinum á landsfundinum á Sandi leygardagin.