Avmarkingar og marknaðarkreftir

Nógv verður sagt og skrivað um kreppuna í fiskivinnuni í hesum døgum og um, hvussu leggjast skal til rættist, soleiðis at sleppast kann víðari uttan ov stór tap

Nógv verður eisini fundast, og nógv verður tosað um at seta kanningar í verk og avvarðandi partar verða hoyrdir, men tíverri er lítið miðvíst enn komið burturúr uttan tað, at trupulleikin er staðfestur. Eisini verður nógv tosað um tillaging av flotanum, hóast einki boð enn er komið uppá, hvussu hetta skal gerast, eins og einki er, ið bendir á eina loysn í bræði, og hetta økir um óttan fyri, at einki hendir, fyrrenn hetta kortini kemur á okkum onkursvegna uttanífrá, sum tað plagar.

Politiski mynduleikin hevur fleiri ferðir sagt, at marknaðarkreftirnar skulu ráða, men samstundis hevur verið sagt, at avmarkingarnar skulu verða verandi. Fyri ikki langari tíð síðan fekk vinnan at vita, at loftið fyri landingum av botnfiski uttanlands, sum er 25% av veiðuni ikki verður broytt, hetta kundi annars bøtt um ta fría kappingina og harvið slóðað fyri fríari kapping, soleiðis at marknaðarkreftirnar veruliga sluppu at ráða, sum grundhugsanin í lógini upprunaliga tyktist vera.

Sami mynduleiki sum sigur, at fríu marknaðarkreftirnar skulu ráða, heldur fast við avmarkingar, sum forða hesum ”mekanismum” í at virka. Hesi bæði sjónarmið eru als ikki sambærlig, tey passa snøgt sagt ikki saman. Vinnuni er sagt, at ongar ætlanir eru um at taka av bannið fyri sølu av feskum fiski, tann parturin, ið liggur omanfyri tey nevndu 25 prosentini uttanlands, tað er greið tala. Sami mynduleiki sigur "at marknaðarkreftirnar skulu hava loyvi at virka". Skulu hesar kreftir virka, so verður hetta ikki framt við verandin politikki. Avmarkingar sum henda er besta dømi um, at tað, sum sagt verður, og tað sum gjørt verður, ikki samsvarar.

Politiski mynduleikin hevur heldur ikki gjørt so nógv fyri at hjálpa uppá støðuna hjá teimum, ið harðast eru raktir. Ikki tí at roknast skal við eini kreppuhjálp frá hesum, tað hevur heldur ikki verið biðið um. Tó verður tað tann politiski mynduleikin, ið stendur til ábyrgd fyri kørmunum, sum vinnan skal virka undir. Tað sum vinnuni tørvar, er ein tryggur karmur at virka undir, ið gevur okkara vinnu eins góðar- og fríar ræsur sum kappingarneytarnir rundan um okkum hava.

 

FAS-skipanin

Tað var í tøkum tíma, at FAS-skipanin í síni tíð kom fyri farmaskipaflotan. Tað kundi verðið meiri mist fyri minni, tá hugsað verður um, hvat hetta í ringasta føri kundi havt við sær, um skipanin ikki varð sett í verk. Tað funnust longu DIS og NIS skipaninar í ávikavist Danmark og Noregi, eins og ein líknandi í Svøríki, sum vóru tann stóra avbjóðingin fyri okkara egnu í kappingini.

Ikki tí at støðan beinleiðis kann samanberast við okkara fiskivinnu í dag, men sagt verður frá politiskari síðu, at tað als ikki kann koma uppá tal, at fiskivinnan kemur undir eina FAS líknandi skipan, tí at hetta kemur at virka sum ein óbeinleiðis stuðul til vinnuna, verður sagt. Samstundis sum politiski mynduleikin sigur, at FAS skipanin í síni tíð kom fyri at hjálpa einum øðrum vinnubólki í kappingini við útheimin, so verður sagt í sama andadrátti, at fiskivinnan skal virka undir fríari kapping og sum nevnt áður, eru aðrar avmarkingar sum arbeiða beinleiðis ímóti hesi. Tað turdi verið so, at meiri verður mist fyri minni, standa vit bert og hyggja at, meðan flotin stigvíst verður lagdur. Tá verða tað ikki bert hýrurnar, sum mistar verða og inntøkan á fíggjarlógini av hesum, men eisini av arbeiðslønum á landi, sum eru beinleiðis knýttar at hesi vinnu. Afturat hesum koma so tænastuvinnurnar. Ein ringvirkningur, vit ikki kunnu koma uttanum.

Í einum føri verður hjálpt til í sambandi við kappingarførið, og í einum øðrum verða lagdar forðingar fyri vinnuna og avmarkingar gjørdar

 

Skulu marknaðarkreftirnar ráða?

Tá hugsað verður um ætlantir frá politiskari síðu, har sagt verður, at marknaðarkreftirnar skulu fáa loyvi at virka í føroysku fiskivinnuni, man mangur spyrja, um álvari liggur aftan fyri hesin orðini hjá politiska mynduleikanum. Ikki verður biðið um hjálp, men hóskandi karmar at virka undir. Øll vita at ein tillaging av flotanum skal til, samstundis má sigast at karmarnir avgjørt eiga at tillagast og verða dagførdir, og tað er júst her at atgerðarloysi hjá politiska mynduleikanum kemur til sjóndar, - avvarandi politikarar siga, at vinnan skal als onga hjálp fáa, og tú velur at halda fast við skipanir í lóggávuni, ið beinleiðis forða fyri fríari kapping og sum kann útvega ein størri og betri marknað, eitt betri gjøgnumskygni.

Tú freistast til at hugsa, at politikkarar tvinga tilfeingið um føroyskan kajkant, sjálvt um eingin í fiskivinnuni á landi hevur orku til at keypa fiskin.

Hetta minnir ikki sørt um avhøvdingina av onkrum øðrum skipabólki. Við aðrari hondini forðar tú fríari vinnu og við hinari forðar tú fyri hjálp, eisini teirri, ið kappingarneytarnir njóta gott av. Tað tykist sum at hurðar verða læstar, ístaðin fyri at skapa virðiligar karmar og laga skipanir til broyttar umstøður.

Vit liva av tí vit útflyta og tí mega dríva á við tí, - ella hvussu skulu vit annars at fáa fíggjarlógina at hanga saman?