Avmarkingar og hámark fella burtur

Sum ásett í kunngerð nr. 55 frá 21. mai 2013 um skipan av fiskiskapinum eftir makreli og norðhavssild við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2013, verða felagskvotur av makreli, sum eru latnar sambært grein 3, stk. 3-6 í kunngerðini og sum ikki eru fullnýttar pr. 1. september 2013, tøkar at fiska hjá øllum skipum, sum hava loyvi at fiska av hesum felagskvotum.

 

- Hetta merkir, sigur Fiskimálaráðið, at avmarkingar millum skipabólkarnar og hámarkið fyri einstøku skipini, sum fiska av felagskvotu eftir makreli sambært grein 3, stk. 3-6, verða tikin burtur 1. september 2013 á midnátt.

 

Lagt verður aftrat, at fiskifør, sum hava fingið útskrivað fiskiloyvi til at fiska av felagskvotu eftir makreli, nýtast tó ikki at fáa nýtt fiskiloyvi útskrivað.

 

- Útskrivaða fiskiloyvið til makrel gevur frá 2. september 2013 rætt til at fiska makrel av eini felagskvotu upp á 61.500 tons, tó so, at tað, sum til og við 1. september 2013 er fiskað av felagskvotunum, verður roknað frá.

 

Fiskiveiðieftirlitið vísir á, at fiskiskapurin av felagskvotuni eftir makreli verður steðgaður, tá felagskvotan á 61.500 tons er uppfiskað.

 

- Sambært upplýsingum frá Fiskiveiðieftirlitinum eru góð 50.000 tons veidd av felagskvotuni pr. 30. august 2013. Sostatt resta góð 11.500 tons í. Fyrivarni skal takast fyri, at hesi tøl broytast dagliga.

 

At enda sigur Fiskimálaráðið, at broytingin hevur ikki týdning fyri skip, sum hava fiskiloyvi til at fiska makrel av eginkvotu, og tá er talan um nótaskipini.