Avmarkað bilaferðsla til tyrlupall

Nú nýggjur vegur verður gjørdur niðan á Háls í Klaksvík, verður gamli vegurin skorin av.

Í samband við, at nýggjur vegur verður gjørdur niðan á Háls í Klaksvík, verður gamli vegurin skorin av, og innkoyringin verður flutt longur suður.

 

- Hetta merkir, at atkoman til tyrlupallin í hesum tíðarskeiði verður tarnað, siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Sagt verður, at arbeiðið, sum skal gerast, væntandi verður liðugt fríggjadagin, sum er í morgin, og tá verður aftur koyrandi niðan til tyrlupallin.

 

- Tað er RTS sum ger arbeiðið í samband við útstykkingina á Fossum, verður lagt aftrat í Klaksvíkar kommunu.

 

##med2##