Tórshavnar býráð fer á fundinum í kvøld at taka støðu til fleiri tíðaravmarkað parkeringspláss í býnum Verður tað, sum meirlutin í Tórshavnar býráð mælir til, fer tað skjótt ikki at bera til at seta bilin frá sær í miðbýnum í Havn og lata hann standa fyri dagin.
Sjey ymisk p-øki verða nevnd, og tvey parkeringsøki skulu hava tíðaravmarkað parkering beinanvein. Tey økini eru á Svínaryggi, fýra tímar, á Skálatrøð, fýra tímar á helvtini á økinum og seks tímar á hinari helvtini.
Hini økini skulu kannast nærri fyrst, og tey økini eru á Glaðsheyggi, á Frúutrøð, í Lon, við Skansastovu Yviri við Strond og undir Glaðsheyggi.