Avlýst vegna veður

Stranferðslan niðurleggur samferðsluna í syðru helvt av landinum vegna veður.

Illveðrið leikar á sum harðast nú seinnapartin og hevur tað ført til, at Strandfaraskip Landsins hava avlýst fleiri túrar í syðra parti av landinum.

 

Sildberin er fyribils lagdur vegna veður og óvist er, nær hann siglir út í Skúvoy aftur.

Teistin verður eisini lagdur, hann siglir sín seinasta túr av Skopun klokkan 14 og av Gomlurætt 14.30. Bygdaleiðir í Sandoynni koyra í samband við hesar túrarnar, men gevast so inntil veðrið batnar.

 

Í Suðuroy eru bygdaleiðir eisini givnar at koyra vegna veður.