Vánaliga vetrarveðrið í Onglandi er orsøk til, at tveir dystir í framstu fótbóltdeildini, sum skuldi havt verið spældir í kvøld, eru útsettir. Talan er um uppgerðina í Liverpool millum Everton og Crystal Palace og uppgerðina í Manchester, har Sunderland skuldi vera mótstøðuliðið hjá Manchester City.
Tað er nógvur vindur og avfall, og tá ið bygningar, sum eru tætt við Goodison Park, har Everton eigur heimavøll, eru skaddir, varð dysturin útsettur.
Eisini í Manchester er tað vindur og regn, sum er orsøkin til, at uppgerðin millum Manchester City og Sunderland er útsett.










