In.fo hevur júst tosað við Farstøðina, og her siga tey, at beint nú eru allar leiðir hjá Bygdaleiðum avlýstar, undantikið í Suðuroy.
- Bussur hjá Bygdaleiðum er í løtuni á veg úr Havn og vestur á Gomlurætt, men vit vita ikki, um hann kemur kemur fram.
Á Farstøðini siga tey, at øll koyring hjá Bygdaleiðum frá nú av er avlýst, undantikið leiðirnar í Suðuroy.
- Nær koyrt verður aftur, vita vit ikki í løtuni, men tað verður ikki, soleiðis sum líkindini eru beint nú, siga tey.
Lesarar eru vælkomnir at senda in.fo kavamyndir á kavi@in.fo