Avlurtingarpakkin koyrdur aftur í nevnd

Løgtingsfólk klappaðu, tá ið løgtingið fyri løtu síðani sendi umstrídda avlurtingarpakkan aftur í nevnd

Í dag skuldi løgtingið endaliga avgreiða avlurtingarpakkan við triðju viðgerð, men tað gekk ikki soleiðis, sum tað gekk við aðru viðgerð fyrr í vikuni. Tá varð uppskotið samtykt við atkvøðunum 19 fyri og 12 ímóti.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, legði í dag uppskot fram um at koyra málið aftur í nevnd, og hesaferð varð tað samtykt.

16 løgtingsfólk atkvøddu fyri, og 14 løgtingsfólk atkvøddu ímóti, og harvið varð avlurtingarpakkin ikki endaliga samtyktur í dag, men koyrdur aftur í Rættarnevndina.
 
Løgtingsfólk klappaðu, tá ið hetta varð samtykt, men løgtingsformaðurin átalaði hetta og segði, at tað var ikki góður skikkur at klappa í løgtinginum.