Avlurting – ivin má koma borgaranum til góðar!

Eitt av teimum málunum, sum hendan samgongan hevur raðfest høgt, er “Avlurtingarpakkin”. Hetta lógaruppskot er til viðgerðar í rættarnevndini í løtuni. Í almennu viðmerkingunum til ríkislógartilmælið um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar er greitt tilskilað, at talan er um politiskt raðfestar broytingar, sum landsstýrið fyri knøppum ári síðani setti sær fyri at biðja Justitsministeriet um at seta á skrá. Í pakkan hava tey lagt eitt mál, sum øll tingfólk taka undir við: Videoavhoyrng av børnum, sum lættir munandi um truplu tíðina hjá barninum, tá rættarsøk er um siðamisbrot móti tí. Men størsti parturin av pakkanum er júst hetta: avlurting og alt, sum minnir um tað!

 

Ivasamur tryggleiki

Eitt av argumentunum fyri hesum broytingum í Rættargangslógini er at syrgja fyri, at Føroyar ikki eru eftirbátur á tøkniliga økinum at nýta nýggjastu tøknina at avdúka brotsverk. Men tað er í hesum sama argumenti, at spurnartekin kann setast við trygd borgarans fyri at alt viðvíkjandi hesi innsavnaðu og goymdu tøkniligu upplýsingunum verður rætt handfarið – sonevnd KT- trygd. Hevur nakar váttað, at fullkomin trygd er rundan um hesar viðkvomu upplýsingar? Hava vit ikki sæð ræðandi dømi um lekar – eisini í londum, sum úteftir tykjast hava tamarhald á flestu viðurskiftum? Telefyritøkurnar skulu áleggjast at goyma data við sera kostnaðarmiklari útgerð. Afturat stóra ivanum um, hvussu trygt hetta verður gjørt, handfarið og varðveitt, kemur spurningurin um, hvør skal gjalda fyri alla hesa tøkniligu útgerð? Føroyski telebrúkarin? Síðani málið var til 1.viðgerð í løgtinginum 14.november er einki komið fram, sum gevur orsøk til velja hesa sokallaðu trygd framum frælsi hins einstaka.

Fremstu brotsverk, sum hesin pakkin er ætlaður til, sigst vera rúsevni. Tey, sum leggja uppskotið fram siga seg vilja gera alt fyri at steðga rúsevnum og teirra útbreiðslu í Føroyum.

Vilja vit gera alt fyri at steðga rúsevnamálum? Gera vit alt, sum vit kunnu, fyri at steðga trupulleikum? Brúka vit tær skipanir, vit longu hava til at fyribyrgja, hjálpa og kanna? Liggja Føroyar ikki soleiðis landafrøðiliga, at ein natúrlig verja er einfaldari at fremja, enn í mognum ørðum londum? Øll vita, at rúsevnatrupulleikar eru sjúkueyðkenni í okkara samfelag. Tann lættasti mátin at doyva felags ringu samvitskuna er at lata ein KT pakka gera arbeiðið fyri lóggávuvald, útinnandi vald og dømandi vald. Men tað er ein táta, tí tøknin sjálv loysir ongan trupulleika – heldur skapar hon fleiri - eisini og í hesum føri, har ótilætlað árin á eitt heilt fólk, óviðkomandi vitan fyri ov mong og nýggjur ótryggleiki eru millum avleiðingarnar. Málið rættvísger ikki mátan, vit skulu loysa trupulleikar í okkara landi! Nei vit eiga at stríðast fyri at reka hetta samfelagið so menniskjaligt sum møguligt og loysa tess trupulleikar við minst møguligum inntrivi í persónliga frælsið. Tað er politikkur – hitt nærkast valdsmisnýtslu.

 

Persónliga frælsið hótt

Rættartrygd borgarans stendur yvirfyri hesum ríkislógartilmælinum um broytingar í Rættargangslógini fyri Føroyar. Kap. 71a er so víðgongdur í sínum lýsingum av teimum inntrivum, sum løgreglan skal fáa heimild til:

- gera inntriv í fráboðanarloyndina, (telefon- og rúmavlurting, teleupplýsing, víðkað teleupplýsing, lata upp og steðga brøvum) (§ 779 a)

- hava eftirlit við persónum á einum ikki frítt atkomandi plássi við optiskari útgerð (§ 779 o),

- hava sonevnt fjareftirlit, tvs. at fáa til vega upplýsing um staðfestingina av eini fartelefon (§ 779 p),

- fremja dátuavlesing, t.d. við at seta eitt “sniffara-programm” í eina teldu, sum støðugt kann lesa innihaldið í telduni (§ 779 q),

- geva telefyritøkum boð um at snartryggja elektroniska dátu (løgreglan kann tó einans fáa hendur í hesar dátur, um tað annars er heimild til tess í reglunum í rættargangslógini § 779 i) og

- brongla ella avbróta radio- ella telesamskifti (§ 779 r).

Við hesum heimildum eru so mikið nógvir vansar, at ivin má koma borgaranum til góðar. Eitt avlurtingarsamfelag skapt í navni tryggleikans hevur álvarsom, ótilætlað árin. Tí, hvat fyri eitt samfelag fáa vit, tá borgarar vita, at nú eru teir undir luppi í størri mun enn nakrantíð fyrr?

Størsta orkukelda og dýrasti ríkdómur okkara er eitt fjølbroytt fólk, sum sleppur at liva sítt privata lív í friði, demokratii, frælsi og tryggleika. Okkara trygga og opna samfelag er meira vert, enn vit ofta geva okkum far um. Og um vit ikki longu sjálvi hav fatað tað, so ávara sjálvt fremstu serfrøðingar innan lóg og dóm, at vansarnir við avlurtingarsamfelagnum eru nógv størri enn fyrimunirnir. Vagn Greve, danskur professari í revsirætti, Bjørn Elmquist formaður í Retspolitisk forening í Danmark, Ole Espersen, fyrrverandi løgmálaráðharri og formaður í Retssikkerhedsfonden og fleiri onnur kritisera hesar donsku reglur, sum meirilutin á Føroya løgtingi tykist ætla at seta í gildi. Ávaringin snýr seg mest um hendan ónda eftirlitssirkulin, sum tó ikki hevur minkað um rúsevnatrupulleikarnar í Danmark og als ikki um brotsverkini innan hetta øki. Einki bendir á at tað  er betri at liva í Danmark, síðani hesar reglur vórðu settar í gildi har. Rættartrygdin hjá einstaka borgaranum er hótt og júst hesin avlurtingarpakkin, sum liggur í løgtinginum, er eitt afturstig fyri rættartrygd í Danmark. Og sambært nevndu serfrøðingum, so verjir skipanin als ikki móti tí, hon varð ætlað!

Onkur vil siga, at hetta er einans ein dagføring, soleiðis at nú skal bera til at avlurta fartelefonir og ikki bara eldri samskiftistól og hættir so sum telefax. Men vit mugu minnast til, at við telduni kemur tú nógv longur inn í lívið hjá einum borgara og alt, sum hann arbeiðir við og hevur av samskifti og virksemi allan sólarkringin, enn tá talan var um at avlurta hendinga telefonsamrøður og avlesa telefax! Hetta er ikki bert ein tøknilig dagføring, sum tað so vakurt eitur. Tílík sniffing og lurting fer inn til innastu relatiónir og út til øll tey, sum viðkomandi er í bara onkrum slagi av sambandi við. Hvør ein mongd av óviðkomandi data! Hvør ein skaðilig gliðibreyt!

 

Nei til álop á persónliga frælsi

Vit vilja fegin seta ítøkiligu og væl greinaðu lógargreinirnar um videoavhoyring av børnum í gildi - men ikki fyri ein og hvønn prís! Skulu tær keypast fyri eina skipaða skerjing av frælsinum hjá hinum einstaka føroyinginum, so siga vit nei takk! Vit lata ivan koma einstaka borgaranum til góðar.

 

Hanna Jensen,

Framsókn