Avloysarin hjá Tomislav er komin

Umstøðurnar gera, at eg noyðist at vera heima. Men eg vóni, at eg aftur fái ein møguleika at koma til Føroya, sigur Tomislav Sivic. Ístaðin er ein kenningur hjá Tomislav komin til Vágs

- Tað eru ikki allir lutir, sum vit sjálvi fáa gjørt av.
Soleiðis sigur Tomislav Sivic, nú tað endaliga er staðfest, at hann ikki kemur til Føroya á hesum sinni.
Orsøkin er sjúka á familjuni, og sum støðan er, hevur venjarin gjørt av, at hann ikki átekur sær nakra uppgávu yvirhøvur.
- Tað er sjálvandi keðiligt. Eisini hjá VB/Sumba, sum kom í eina keðiliga støðu av hesum. Men teir skilja tíbetur mína støðu.
- Men eg harmist eisini um hetta sjálvur. Eg hevði nakrar møguleikar fyri venjarastarvi í heyst, men eg valdi VB/Sumba, tí bæði eg og familjan ynsktu at koma aftur til Føroya. Tað gekk so ikki á hesum sinni, men vónandi verður ein nýggjur møguleiki hjá mær eina aðru ferð, sigur Tomislav, sum annars letur eina heilsu til vinir og kenningar her í Føroyum.
 
Nýggi venjarin er komin
Spælararnir hjá VB/Sumba hava tó vant við fullari ferð. Jóan Pauli Olsen hevur staðið fyri fyrstu venjingunum í góðan mánað, og í gjár kom so nýggi venjarin til landið.
Hesin eitur Predrag Prsic, og hann hevur í fleiri førum arbeitt saman við Tomislav Sivic.
Eisini kom Dmitri Jankovic til landið í gjár, so allur hópurin er upp á pláss, nú farið verður undir seinasta partin av fyrireikingunum til nýggja kappingarárið.