Ousmane Dembele, heimsins næstdýrasti fótbóltsspælari, er nú tøkur fyri FC Barcelona, eftir at hann hevur sitið uttanfyri í fýra mánaðir. 20 ára gamli fraklendingurin bleiv keyptur sum avloysari fyri Neymar, ið fór til Paris Saint-Germain.
Les eisini: FC Barcelona keypt avloysaran fyri Neymar
Ousmane Dembele náddi bara at koma á vøllin fýra ferðir, áðrenn hann bleiv skaddur í baklærinum. Hann hevur nú sitið uttanfyri í fýra mánaðir, men FC Barcelona boðar frá, at hann er tøkur til steypadystin móti Celta Vigo, sum verður í vikuni.
Franski landsliðsspælarin verður mettur at hava kostað FC Barcelona um 800 milliónir krónur. Nú ljóðar eisini, at felagið ætlar at bjóða áleið tað sama fyri Philippe Coutinho frá Liverpool. Flytingarvindeygað er opið fram til 31. januar.