Avloysarin farin í sigling

Fyri løtu síðani fór avloysarin hjá Smyrli, Regina Baltica, út eftir Vágsfirði og skipið er sostatt farið undir at røkja farleiðina millum Suðuroynna og Havnina. Skipið hevur ligið á Vági, síðani tað kom til Føroya fyri nøkrum døgum síðani, og fyrsti túrur var sostatt frá bryggju í Vági, men kemur skipið annars at leggja at á Krambatanga á Tvøroyri, eins og Smyril.

Regina Baltica avloysir Smyril, sum nú fer í dokk, og Smyril er sambært heimasíðuni hjá Strandferðsluni væntandi aftur um hálvan oktober.