Avloysaraskip, mvg og veiðugjald á tingi í dag

Á tingfundinum klokkan hálvgum tíggju í morgun fer Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at leggja fram frágreiðing um støðuna í fyrisitingini av sjófeingi. Síðani verða seks ymisk løgtingsmál á skránni.

 

Fyrsta løgtingsmálið til viðgerðar í morgun verður uppskot til eykajáttan fyri september um at játta pengar til eykabát til Strandfaraskip Landsins. Síðani fer tingið undir aðru viðgerð av uppskotinum hjá Henriki Old, fyrrverandi landsstýrismanni, til løgtingslóg um at byggja eykabát til Strandfaraskip Landsins.

 

Síðani er tað uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. Talan er uppskot frá landsstýriskvinnuni í almannamálum um, at viðbót eisini treytað av nettoinntøku, ið verður skattað eftir kapitalvinningsskattalógini.

 

Síðani verður fyrsta viðgerð 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til dupult húsarhald. Hetta snýrs eg um stuðul til persónar, sum av arbeiðsávum hava útreiðslur til dupult húsarhald. Hetta uppskotið frá fíggjarmálaráðfrúnni snýr seg í stuttum um, at broyta lóg um stuðul til dupult húsarhald soleiðis, at rætt til stuðul fær persónur, búsitandi í Føroyum, sum av arbeiðsávum hevur útreiðslur til dupult húsarhald í Føroyum – og ikki til dupult húsarhald uttanlands, so sum tað higartil hevur verið.

 

Síðani er mál um at broyta treytirnar viðvíkjandi mvg og leigubilum og leingjan av freist fyri endurgjaldi av mvg av leigubilum.

 

Fyrra broytingin snýr seg um at leingja freistina fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjald av motorakførum, sum bert nýta ravmagn ella vetni til framdrift. Seinna broytingin snýr seg um bilar, ið verða innfluttir og fyrst skrásettir sum leigubilar fyri síðani at verða seldir.

 

Síðsta málið á skránni hjá Løgtinginum í dag er uppskotið hjá landsstýrisnum til løgtingslóg um veiðigjald. Í viðmerkingum til hetta uppskotið sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, at uppskotið verður lagt fram av fíggjarlógartekniskum orsøkum fyri fíggjarlógina 2019. Júst hetta uppskotið hevur ikki verið til hoyringar, men tá tað upprunaliga varð lagt fram á tingi varð tað sent til hoyringar.

 

– Talan er um sama uppskot, ið varð lagt fram og viðgjørt í seinastu tingsetu. Arbeitt verður framhaldandi við at fáa breiðari semju um uppskotið um veiðigjald. Úrslitið av hesum verður lagt fyri tingið og fer til hoyringar.Samgongan hevur sett sær fyri, at ein skipan við veiðigjaldi skal setast í verk, so at øll, ið hava og gagnnýta føroysk fiskirættindi, skulu lata landinum eitt gjald, sigur landsstýrismaðurin.