Tá tingfundur verður í morgin, fer Bill Justinussen at seta landsstýrismanninumí vinnumálum, Poul Michelsen ein munnligan fyrispurning, um hví Heilsufrøðiliga Starvssstovan her fyri noktaði handlum at lata mat til vælgerandi endamál.
- Í mong ár hava hjálparfelagsskapir borið mat út ókeypis til treingjandi barnafamiljur. Hetta hevur í fleiri førum verið avgerandi fyri, at børn í okkara samfelagi ikki hava sitið svong. Tá nú almenni myndugleikin við lógini í hond steðgar hesum virksemi, má landsstýrismaðurin, sum er ovasti fyrisitingarligi myndugleiki á økinum, greiða frá umstøðunum, skrivar hann í viðmerkingunum.
Spurningarnir, sum Bill Justinussen fer at seta Poul Michelsen eru í høvuðsheitum, við hvørjari heimild hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan noktað matvøruhandlum at lata avlopsmatvørur til felagsskapir, sum býta mat út til treingjandi familjur, og hvat landsstýrismaðurin ætlar sær at gera fyri at matvøruhandlar aftur kunnu lata avlopsvørur sínar til teirra, sum tørva, heldur enn at beina matin burtur.