Rúsdrekkasøla Landsins hevur kunngjørt ársfrágreiðingina fyri 2012.
Í ársfrágreiðingini gongur fram, at lógarkravda avlopskravið hjá Rúsdrekkasølu Landsins er í stóran mun við til at halda prísin á rúsdrekka í Føroyum á einari ógvuliga høgari príslegu. Avlopskravið hevur eisini havt við sær stórar og umfatandi umskipanir í stovninum.
Í ársfrágreiðingini hjá Rúsdrekkasølu Landsins stendur m.a. : Í 2010 var kravið til avlop av rakstrinum hækkað við útvið 50%, frá at vera góðar 11,8 mió. kr. til at vera góðar 16,8 mió. kr. Hetta hevur ført til príshækkingar á vørunum og rationaliseringar til tess at minka um útreiðslurnar, har tað ber til – m.a. til viðlíkahald og útskifting av útbúnaði - umframt atsera neyvt eftirlit er við øllum útreiðslupostum.
Ein framgongd í umsetninginum í 2012 hjá Rúsdrekkasøluni í mun til 2011, kann vera ábending um, at rúsdrekkanýtslan í Føroyum er økt. Framgongd er ikki í søluni um samanborið verður við 2010.
Tískil kann talan vera um natúrliga variatón, í søluni. Sølan kann flyta seg , so t.d. meira ella minni av øli verður selt av útsølustøðunum hjá føroysku bryggjaríunum, og at meira ella minni er selt tax-free o.s.fr.
Í 2012 vaks umsetningurin við góðum 2,5 mió. kr. í mun til árið frammanundan og eydnaðist tað at røkka avlopskravinum, sum varð ásett í løgtingsins fíggjarlóg fyri 2012.
Kravið var kr. 16.848.000 aftaná rakstrarútreiðslur og útreiðslur til hølir. Tá árið varð gjørt upp, gjørdist avlopið kr. 16.849.078, tvs. ein munur uppá 1.078 kr.
At avlopskravið varð hækkað so nógv í 2010 viðførdi, at fleiri umskipanir vórðu gjørdar, bæði viðvíkjandi prísásetingini og í raðfestingunum innanhýsis. Førleikamenningin varð avmarkað og væl minni er brúkt til íløgur og viðlíkahald, enn í tíðini undan hækkaða avlopskravinum.
Við óbroyttum inntøkum er vandi fyri at hækkaða avlopskravið fær óhepna ávirkan á tænastustøðið og trivnaðin. Neyðugt er at gera íløgur í t.d. KT og fløskumóttøkur, og at uppraðfesta førleikamenningina aftur – bæði vanligu starvsfólkamenningina og henni, sum er rættað móti vørukunnleika/-ráðgeving - umframt at tað fer at gerast alt truplari at liva upp til ásetta avlopskravið.
At avlopskravið varð hækkað so nógv í 2010 viðførdi, at fleiri umskipanir vórðu gjørdar, bæði viðvíkjandi prísásetingini og í raðfestingunum innanhýsis. Førleikamenningin varð avmarkað og væl minni er brúkt til íløgur og viðlíkahald, enn í tíðini undan hækkaða avlopskravinum.
Við óbroyttum inntøkum er vandi fyri at hækkaða avlopskravið fær óhepna ávirkan á tænastustøðið og trivnaðin. Neyðugt er at gera íløgur í t.d. KT og fløskumóttøkur, og at uppraðfesta førleikamenningina aftur – bæði vanligu starvsfólkamenningina og henni, sum er rættað mótivørukunnleika/-ráðgeving - umframt at tað fer at gerast alt truplari at liva upp til ásetta avlopskravið.