Avlopið minkar

Landskassaavlopið minkar munandi komandi ár, vísir fíggjarlógaruppskotið, sum var lagt fram í tinginum í gjár

 

Fíggjarlóg


Rakstrar- og løguavlop landskassan, sum seinastu árini hevur ligið oman fyri 500 milliónir, fer komandi ár at verða 159 milliónir krónur, vísir fíggjarlógaruppskotið fyri komandi ár, sum varð lagt fram í gjár.

Samstundis sum heildarveitingin er minkað við 356 milliónum (blokkurin), fara útreiðslurnar at vaksa við 278 milliónum krónum, segði Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, tá hann legði fíggjarlógina fram á gjár.

Roknað verður við eini minking upp á 7,1% í inntøkum landskassans komandi ár, sigur Karsten Hansen. Hendan minkin kemst av, sigur hann, at teimum 356 milliónunum í heildarveitingini.

Yvirtøkur fara komandi ár at kosta 386 milliónir krónur, sigur uppskotið. 256 milliónir fara sambært § 9 í heimastýrislógini til skúlamál og almenna forsorg, meðan hinar 30 milliónirnar fara til beinleiðis yvvirtøkur sum Skipaeftirlitið, Vága Floghavn, neyð- og trygdartænastu og MRCC.

Tíðindafundur varð hildin í Norðulandahúsinum beint eftir, at fíggjarlógaruppskotið var lagt fram í tinginum. Á fundinum í Norðurlandahúsinum greiddi landsstýrismaðurin nærri frá uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2002.

Hann segði millum annað, at høvuðsraðfestingarnar í fíggjarlógaruppskotinum eru eldrarøkt, fólkaskúlin, fiskiveiðieftirlitið og samferðsla.

Nógv tann størsti íløguposturin á komandi fíggjarlóg er ætlaður vinnumálum. Vinnumál fáa 152,6 milliónir komandi ár. Av hesum er tað samferðslan, sum fer við tí stóra partinum. Nevnd verða mál sum nýggja Suðuroyarskipið, ferjulega á Syðradali í Kallsoy og Gásasalstunnilin, sum verða tey stóru útreiðslumálini á samferðslusíðuni. Av hesum er Suðuroyarskipið sett til 90 milliónir krónur.

Síðan koma almanna- og heilsumál við 53,4 milliónum, útbúgving og gransking við 12.25 milliónum og Løgtingið við 10 miliónum krónum til íløgur komandi ár.

Løgmansfyrisitingin og fiskivinna fáa hvør sínar tvær miliónir at gera íløgur fyri í 2002.

Samanlagt verður sagt í frágreiðingini hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, at løguútreiðslurnar verða 13% hægri, enn roknað varð við á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001.

Karsten Hansen fegnaðist um at kunna siga frá, at fólkaskúlin hesaferð fær eina rættiliga stóra hækking. Tilsamans fær fólkaskúlin 21 milliónir meira at arbeiða við komandi ár enn í ár. Av hesum eru 12 milliónir settar av til lønir í fólkaskúlanum, meðan restin fer til beinleiðis menning av skúlanum, segði landstýrismaðurin.

Eldrarøktin er mál, sum er raðfest í ovara enda, segði Karsten Hansen í framløguni. Tann posturin fer eisini at vaksa við 21 milliónum krónum. Tær verða býttar soleiðis, at tær 10 milliónirnar fara til lønir, meðan hinar 11 milliónirnar so eru til rakstur annars.

Tær 159 milliónirnar, sum sambært fíggjarlógaruppskotinum far at loypa av komandi ár, skulu brúkast soleiðis, at tær 141 milliónirnar verða afturgoldnar danska statinum, meðan hinar 18 milliónirnar verða settar í Landsbankan til konsolidering av landskassanum.

Gjaldføri landskassans er betra munandi seinnu árini, vísti Karsten Hansen á. Tað verður við árslok 2002 mett at fara at verða umleið 2,3 milliardir krónur, meðan tað, tá tað ringast stóð til í 1992 var væl niðan fyri ta einu miliardina.