Í ár verður avlopið á fíggjarlógini ikki meiri enn einar 120 milliónir krónur, og tað er alt ov lítið.
Tað sigur Djóni Højgaard, formaður í Búskaparráðnum, nú tey hava lagt eina nýggj frágreiðing fram í støðuna í samfelagnum.
Hann sigur, at sum støðan er nú, er landskassin alt ov illa brynjaður til at taka ímóti bakkastinum, sum kemur. Hann sigur, at í roynd og veru eru vit ikki betri fyri í dag enn vit vóru í 2007 – og tað gevir politikarum nógv minni møguleikar at varðveita eitt støðug samfelag, bæði í góðum tíðum og í ringum tíðum.
https://www.in.fo/news-detail/news/buskaparradid-nettoogn-landskassans-ov-litil/Trýst eisini her og les meiri um, at Búskaparráðið heldur, at ognin hjá landskassanum er alt ov lítið
Formaðurin í Búskaparráðnum heldur, at politikarar eru ov veikir at tálma útreiðslunum í góðum tíðum, tí tað vísir seg, at pengarnir verða brúktir so hvørt.
Somuleiðis heldur hann ikki, at samfelagið fær ov nógv burtur úr okkara fiskatilfeingi, og ein grund til tað, er, at tað eru alt ov nógvar bindingar og treytir í fiskivinnuni.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá, hví hann heldur, at loysnin liggur næstan til høgrabeinið.