Avlop í undirsjóartunlunum

Ferðslan í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum økist fyri hvørt ár, og báðir tunlarnir hava avlop í mun til fíggjarætlanina.

Tunlarnir høvdu aðalfund í gjár, og roknskapirnir vórðu lagdir fram.

Úrslitið í P/F Vágatunlinum fyri 2011 gjørdist eitt avlop á 1,8 mió. kr., sum er nakað betri enn í 2010, tá avlopið var 0,4 mió. krónur. Umsetningurin var 22,2 mió. krónur í 2011 og 21,1 mió. krónur í 2010. Í Vágatunlinum koyrdu 593.178 akfør gjøgnum tunnilin, 12.428 fleiri enn í 2010, ein vøkstur á 2,1 prosent. Hetta svarar til, at tað koyrdu 1.625 akfør í miðal um samdøgrið í mun til 1.591 akfør/samdøgur í 2010.

Ársúrslitið í P/F Norðoyatunlinum varð eitt avlop á kr. 4,5 mió. krónur., sum er 4,1 mió. krónur betri enn 2010, tá avlopið var 0,4 mió. krónur. Umsetningurin var 26,5 mió. krónur í 2011 og 25,2 mió. kr.ónur í 2010. Í Norðoyatunlinum koyrdu 727.316 akfør gjøgnum tunnilin, sum er ein vøkstur á 2,8 prosent í mun til 2010, tá 707.202 akfør gjørdu nýtslu av tunlinum. Ferðslan hevur í 2011 verið í miðal 1993 akfør/samdøgur í mun til 1937 akfør/samdøgur í 2010.

Nevndirnar í báðum tunlunum vórðu afturvaldar á aðalfundinum í gjár.