Tann almenna grønlendska fiskivinnufyritøkan Royal Greenland hevði 79 milliónir krónur í avlopi í fjør eftir skatt, og úrslitið er tað besta tey seinastu fimm árini. Høvuðsorsøkin er sambært felagnum, at prísirnir á heimsmarknaðinum hava verið góðir.
Fyri bara tveimum árum síðani hevði Royal Greenland knappar 200 milliónir krónur í halli, og hetta árið noyddist landskassin at seta 250 milliónir krónur í felagið sum nýggjan kapital umframt at lata felagnum aðrar 250 milliónir í láni.
Royal Greenland hevur eina skuld upp á tvær milliardir krónur at dragast við, men nevndin hevur sett sær fyri at skarva helvtina av skuldini tey næstu árini, sigur grønlendska kringvarpið.