Avlop hjá Realinum

Realkreditstovnurin hevði í seinasta roknskaparári eitt avlop upp á hálvaellivtu millión krónur eftir skatt. Níggju lániumsóknir vórðu ikki játtaðar

Føroya Realkreditstovnur hevði tíggju og eina hálva milión krónur í avlopi seinasta roknaskaparár, eftir at góð hálvtriðja millión er sett av til skatt. Eftirstøðurnar av terminsgjøldum vóru tvær milliónir, tá roknskaparárið endaði, stendur í ársfrágreiðingini hjá Realinum.
Realurin játtaði seinasta roknskaparár lán upp á umleið 75 milliónir krónur. Tað komu 23 umsóknir um lán til stovnin. Talan er um umsóknir um fígging í samband við eigarskifti og umfígging. 14 av hesum 23 úmsóknunum vórðu játtaðar, men hinar níggju fingu noktandi svar.
Realkreditstovnurin sigur í ársfrágreiðing síni, at vøksturin í játtanunum var ikki so stórur, sum væntað varð frammanundan. Eisini verður sagt, at trupulleikar í rækju- og alivinnuni hava borið í sær, at óvanliga nógv lán eru afturgoldin í úrtíð. Talan er um 4 lán upp á tilsamans 91,8 milliónir, sigur Realurin.
Í roknskaparárinum er eitt pant farið til tvingsilssølu. Tað kostaði Realkredittinum 17 milliónir í tapi, stendur í ársfrágrieðingini hjá stovninum.
í eykagrunnunum hjá stovnunum vóru, tá roknskaparárið endaði, 72,5 milliónir, sum svara til 82,3 prosent av samlaðu lániskuld stovnsins. Samlaða eginongnin var 562,5 milliónir krónur.
Roknskaparárið hjá Føroya Realkreditstovni er frá 1. apríl til 31 mars.