Avleiðingar av at gera Føroyar til eitt valdømi

Nú verður nógv talað um at gera Føroyar til eitt valdømi

Mong eru tey, sum halda seg vita, hvat ið tað fer at bera við sær.

Tað geri eg ikki.

Sannleikin er tann, at eingin dugir at síggja frammanundan, hvat ið broytingar av vallógini kunnu føra við sær. Man nakar halda, at Atli Dam, tá hann gjørdi vallógarbroytingina í 1978, kundi ímynda sær, at henda broyting kom at gera, at Tjóðveldisflokkurin í 2004 skuldi gerast størsti flokkur á løgtingi, hóast tveir aðrir flokkar fingu størri undirtøku millum veljararnar?

Núverandi løgting kann nú samtykkja eina vallóg, sum ger tað møguligt hjá tí minniluta, sum býr í Tórshavn, at fáa meirilutan á løgtingi. Vit vita ikki, um tað hendir, men tað kann henda, so sum gongdin í Grønlandi tykist at benda á.

Munu tey vera mong, sum halda hetta vera eitt demokratiskt framstig?