Myndugleikarnir í Ný Sælandi kunngjørdu í dag, at 16 grindahvalir, sum hava gjørt landgongd, skulu avlívast.
Hvalirnir vórðu funnir í morgun á sandinum nærhendis Farewell Sprit, sum er har norðuri í landinum. Ætlanin var at royna at fáa hvalirnar útaftur, men embætismenn siga, at tann ætlanin er slept.
Tað hendir javnan, at grindahvalir enda uppi á turrum í Ný Sælandi og har um vegir.