Avlýstu rennikapping

Rennikappingin á stutt- og miðteinum, sum Bragdið skuldi halda sunnudagin, er avlýst vegna veður. Kavin, sum nú er lagstur kring landið, er ikki júst besta fortreytin fyri at halda eina rennikapping, og tí gjørdi Bragdið av at avlýsa kappingina. Tosað varð eisini um at útseta kappingina, men longu komandi vikuskifti byrjar vetrarkappingin í renning, og tí er trupult at finna pláss í álmanakkanum til at halda nýggja kapping.