Fyrrapartin sunnudagin varð uppgerðin í Fuglafirði millum ÍF og B36 avlýst. Tað var ov nógvur kavi á vøllinum til at spæla fótbólt. Men um middagsleitið varð avgerðin broytt. Vesturættin hevði loyst høgættina av, og náttúran hjálpti væl til at rudda vøllin, sum tað var væl spælandi á í góðveðrinum seinnapartin sunnudagin.