Avlýst á Svangaskarði

Norðari parturin av landinum er hvítklæddur í dag. Kavin liggur frá fjallatoppunum og heilt oman, og tað ávirkar eitt nú fótbóltsskránna.

Sambært skránni skuldi Formula liðið hjá NSÍ vitja B68 klokkan 15. Nú er greitt, at tann dysturin verður ikki spældur í dag. Fyri løtu síðani varð avgerð tikin um, at grannauppgerðin verður ikki í dag.

Sambært skránni skuldi 07 Vestur í 1. deild spæla á Svangaskarði ímóti B68 aftan á at Formula dysturin hevði verið. Heldur ikki tann dysturin verður spældur í dag.