Dysturin millum liðið hjá Jón Róa Jacobsen og Atla Danielsen, Frem ímóti Lolland Falster Alliancen - LFA - varð avlýstur í dag. Dysturin skuldi verða á heimavøllinum hjá Frem, Valby Idrætspark, men orsaka av, at nógvir spælarar hjá LFA eru sjúkir, varð dysturin avlýstur. Òvist er nær útsetti dysturin ímóti LFA verður spældur. Jón Rói og Atli hava annars spælt nógvar harðar dystir innan eina viku. Fyrst vóru teir í Kolding við Frem næstsíðsta mikudag. Seinasta leygardag spældu teir ímóti Serbia, og farna mikudag ímóti Rumenia.










