Avlýst hjá ?Føroyingafeløgum?

Nógvur kavi liggur í Danmark, og rakar tað eisini donsku fótbóltskappingarnar. Felagið hjá Toda Jónssyni, FC Amager skuldi eftir ætlan taka ímóti liðnum hjá Christiani Lamhauge Holst, Silkeborg. Men tann dysturin er avlýstur. Tað sama er galdandi fyri liðið hjá Christiani Høgna Jacobsen, AB. Tað er heldur ikki spælandi í Gladsaxe, har AB eftir skránni skuldi taka ímóti Skive. Dysturin millum FC Fredericia-Lolland Falster Alliancen, og dysturin millum FC Roskilde-Kolding FC eru eisini avlýstir. Í verandi løtu stendur tað greitt, at Atli Danielsen, Jón Rói Jacobsen og hinir í Frem spæla ímóti Viborg á útivølli í morgin. Í morgin er síðsta umfar í næstbestu deildini, áðrenn vetrarsteðgin. Nær avlýstu dystirnir verða spældir, er enn ógreitt.