Avlýst í Gøtu

Ætlandi skuldi dysturin spælast seinasta leygardag, men hvørki tá ella síðani hevur veðrið verið til nakað fótbóltsspæl í Gøtu.

Dagurin í dag varð annars ásettur til nýggja roynd, men heldur ikki hendan verður av nøkrum. Spælararnir á føroyska landsliðnum savnast í kvøld, og verður tað neyvan fyrr enn eftir komandi landsdystirnar, at dysturin kann spælast. Nakað sum aftur kann ávirka fjórðingsfinalurnar, sum annars ætlandi skulu spælast fyrstu vikuna í apríl mánaði.