Illveðrið leygardagin førdi við sær, at fleiri ítróttardystir kring landið vóru avlýstir.
Ein av hesum dystum var dysturin, sum skuldi leikast í høllini í Vestmanna, har bestu mansliðini hjá KÍF og Neistanum skuldu hittast.
Enn er ikki avgjørt, nærhesin dysturin skal leikast, men allar helst verður neyðugt at seta onkran mikudag av, soleiðis at dysturin kann fáast frá hondini.









