Nú er rættuliga vátt í reiðrinum millum Felagið Rækjuskip og fiskimálaráðharran Jørgen Niclasen. Stríðið stendst av broytta politikkinum hjá landsstýrinum, har landstyrið hevur givið fyribils fiskiloyvi til nýggj skip at fiska av ónýttu fiskidøgunum , serliga við Svalbard.'
Ætlanin var at halda eitt rækjuseminar í Føroyum í apríl, men nú hevur felagið Rækjuskip avlýst hetta. hetta kemst av at felagið Rækjuskip heldur tað vera so langt ímillum tað sum felagið heldur vera eina skilagóða tilrættalegging av framtíð rækjuflotans og nýggja poilitikkin hjá landsstýrinum..
Í einum skrivi til fjølmiðlarnar sigur felagið: "Felagið Rækjuskip avgjørdi tó av at bíðja við at takað nakra støðu til málið um broyttu politisku kósini viðv. rækjuloyvum á Flemish Cap, fyrrenn eftir NAFO-fundin síðst í mars, tá tað kundi staðfestast nágreinliga hvat kom at henda á Flemish Cap. Fiskimálaráharrin er ivaleyst kunnaður um, at tað endaði við eini samtykt um eina 25% skerjing av fiskidøgunum beinanvegin, og síðani verður spurningurin um antin eina uppaftur størri skerjing av dagatalinum ella eina kvotuskipan tikin uppaftur á NAFO-ársfundinum í sept. 2001. Hetta merkir at føroyska dagatalið minkar úr 1607 niður 1334 dagar beinanvegin, og møguliga uppaftur meira komandi ár, um ikki ein kvotuskipan kemur í staðin fyri fiskidagaskipanina.
Úrslitið av broytingunum á Flemish Cap eru sostatt blivnar stórt sæð soleiðis sum Felagið Rækjuskip hevði roknað við, og sum vit fleiri ferðir hava gjørt Fiskimálastýrið varugt við. Felagið metir seg eisini longu nú, við framrokningum grundaðar á miðaldaganýtsluna fyri hvørt skip undanfarnu árini, kunna staðfesta, at longu umleið miðjan sept. verða teir 1334 fiskidagarnir á Flemish Cap uppbrúktir.
Á hesum grundarlagið hevur Felagið Rækjuskip tí nú tikið tí støðu, fyribils at avlýsað rækjuseminarið sum eftir ætlan skuldi verða í apríl 2001. Felagið harmast um hesa støðu, men metir, at tað er so langt millum tey sjónarmið sum verandi rækjufloti hevur um eina skilagóða tilrættalegging av framtíð rækjuflotans og so tann broytta loyvispolitikkin hjá fiskimálaráðharranum, at tað tænir ongum endamálið at hava eitt slíkt rækjuseminar nú. Felagið fer tó at takað spurningin um eitt slíkt rækjuseminar uppaftur, um so er at felagið sær nøkur tekin um ein vilja at fremja eina felags tilrættalegging av framtíð rækjuflotans, ella um ein nýggj politisk kós verður stungin út í kortið av antin sitandi ella eini aðrari samgongu."