Komandi forsetin í USA, Donald Trump, hevur avlýst keypið av nýggja forseta flogfarinum, Air Force One.
Boeing skuldi byggja eitt nýtt Air Force One til amerikanska forsetan, men Donald Trump avlýsti keypið, tí hann segði tað kosta amerikanska skattgjaldaranum 4 milliardir dollarar. Tað metti hann verða alt ov mikið.
Donald Turmp segði, at hann hevði einki ímóti, at Boeing hevur stóran vinning, men at tað skal ikki gerast á henda hátt, við at taka ov nógv frá skattgjaldarunum.
Enn eru tølini ikki staðfest og talsfólk úr Hvítu Húsunum hava sagt, at prísurin er ikki eins høgur og Donald Trump sigur.
Í amerikonsku fíggjarlógini eru avsettar 2.87 milliardir frá 2015-2021 til at byggja tvey nýggj flogfør til amerikanska forsetan. Tað eru góðar 19.8 milliardir í donskum krónum.