Avlúsingarskipan

Í minu ungu døgum, tá teldutøknin var við at taka seg upp, var nakað vit nevndu fyri avlúsing.

A. Guttormur Djurhuus

Tá var ikki gjørligt at fara til handils at keypa tey forrit, sum brúk er fyri. Forritini skuldi tú sjálvur framleiða. Teldutíðin var dýr, og fleiri stovnar vóru um hvørja teldu, sum høvdu lítla orku. Tað var umráðandi at fáa forritið so einfalt og feilfrítt, sum gjørligt frá byrjan. Tí varð forritið altíð fyrst royndarkoyrt til at avdúka møguligar feilir. Tað spardi tíð og pengar. Forritið fór í gjøgnum eina avlúsingarprosess varð sagt.
Málsligar villur av allahanda slag floyma inn yvir okkum, uttan at nakar hevur møguleika ella tímir at havast at. Tó so, um okkurt ber ber brá av íslendskum er Føroyamálsdeildin har við fremstafingri. Fyri neyðini, annars stjala teir eisini málið frá okkum.
Nú tað er komið so langt, hevði tað tá kanska verið eitt hugskot at koyrt alt, sum skal kunngerast, í gjøgnum eina líknandi avlúsingarskipan, sum er nevnd omanfyri. Og ávísar persónar eisini. Við framkomnari tøkni er einki at ivast í, at tað ber til. Har kundu teir verið serumviðgjørdir ímóti íslendsku sjúkuni, sum er hervilig virussjúka, ið smittar illa. Og fingið bollar fyri internationalismu, so teir gjørdist minni heimføðisligir
Her eru stjórin í útvarpinum og formaðurin í málnevndini sterkir kandidatar.