Avlýsingar og seinkingar í Kastrup

Tað hevur kavað so mikið illa á Keypmannahavnarleiðini í nátt, at flogferðslan til og úr Kastrup er seinkað upp í ein tíma í morgun. Talsmaðurin hjá flogvøllinum, Søren Hedegaard, sigur við tv2, at tað hevur kavað verri, enn veðurtænastan segði, og at tey tí ikki vóru fyrireikað til tann nógva kavan.

Tvær flogferðir til Amsterdam og Riga eru avlýstar í morgun, og trý flogfør, sum vóru á veg til Keypmannahavnar, fingu boð um at seta seg Malmø, Hamburg og Aarhus.

Søren Hedegaard væntar, at flogferðslan kemur í rættlag um middagsleitið. (Myndin er frá desember 2012).