Avlýsingar hjá Teistanum

Ringa veðrið ger framvegis um seg kring landið, og Strandferðslan hevur tí verið noydd at gera broytingar í ferðaætlanini.

Fyri veður hevur Teistin avlýst túrarnar kl. 20:40 og 22:30 úr Skopun og 21:20 og 23:05 av Gomlurætt. Sostatt er síðsti túrur av Gomlurætt klokkan 20:00.

Harumframt hevur Teistin tekniskar trupulleikar í løtuni og er tí seinkaður. Strandferðslan boðar frá, at nærri kunning kemur sum skjótast.

Sildberin siglir heldur ikki fyribils fyri veður.