Avlýsing noyðir Steintór at landa í Vágum

Skuldi eftir ætlan á Hvalba við kongafiski, men vantandi ferðasamband forðar tí

Miðvingar fingu óvanliga vitjan í dag, tá hvalbiartrolarin Steintór landaði til virkið í bygdini. Orsøkin er, at avlýsing á suðuroyarleiðini ger, at trolarin ikki fær nóg góðan prís, um landað verður í heimbygdini.

- Vit fiska kongafisk vestur úr Mykinesi og sigldu inn móti Hvalba í gjárkvøldið, men um sjeytíðina fingu vit at vita, at Prince sigldi ikki seinnapartin. Tí endaðu vit í staðin við at landa í Miðvági, sigur Øssur Thomsen, skipari umborð á Steintóri.

Skiparin vísir á, at tað er tí, at fiskurin skal av landinum í kvøld, at tað er so týdningarmikið, at hann sleppur av oynni sama dag.

- Fiskurin skal umborð á Norrøna í kvøld, so um vit fóru á Hvalba hevði fiskurin ikki komi við Norrøni, og tá hevði talan verið um ein heilt annan prís, sigur Øssur Thomsen.

Kongafiskurin bleiv seldur fyri 10-12 krónur per kilo á uppboðssølu, meðan prísurin hevði ligið um 5 krónur per kilo, um Steintór landaði í Hvalba.