Avlýsa eisini til Danmarkar í dag

Atlantsflog boðar í morgun frá, at forsøgnirnar fyri ferðslu í donskum loftrúmi í dag tíverri eru vánaligar. Tí er øll flogferðsla til og úr Danmark avlýst í dag. Hinvegin er vón fyri at flogferðslan vestureftir kann verða reglulig í dag.

- Vit vóna enn, at tað fer at eydnast at flúgva til Reykjavíkar eftir ferðaætlanini, sigur Atlantsflog á heimasíðuni.

Atlantsflog roynir hinvegin at finna aðrar loysnir, og boða tey frá at ábendingar eru, at tað møguliga kann bera til í dag at flúgva til onkra floghavn í Noregi ella Skotlandi.

- Vit lata tí nýggja tilmelding upp, so tey sum ynskja at sleppa av landinum, ella heim, kunnu melda seg til. Legg til merkis, at tilmeldingarnar til túrin 18.04. ikki vera tiknar við umaftur. Hevur tú melda til túrin 18.04. men ert ikki komin við, so er neyðugt at senda nýggja tilmelding, boðar Atlantsflog frá á heimasíðu sínari.