Avlýsa allar mammubólkar fyribils

Men tað er ikki upp á grund av corona-virus, men einum øðrum slagi av virus, sum eisini er farið at ganga

Gigni, sum er stovnurin við heilsufrøðingum til børn og ung, hevur nú avlýst allar mammubólkar fyribils.

Tað sigur Gigni á heimasíðu síni, og orsøkin er at RS virus er farið at ganga. Tað er eitt slag av krími, sum serliga pinkubørn kunnu verða rættiliga sjúk av.

Tað er serliga ímillum november og apríl, at RS virus gongur og tað trívist serliga væl har nógv børn eru saman, eisini í barnagørðum og í vøggustovum.

Tað smittar við hosta og við vætu úr nøsini og tí er tað heilt avgerandi at vaska sær væl um hendurnar, eisini tá ið tú hevur turkað einum barnið um nøsina – og hvørja ferð tú fært til pinkubarnið. Tað eru eisini eini góð ráð at minna systkin og onnur á at vaska sær um hendurnar. Og hyggjuráðini eru eisini at hosta og njósa niður í ermuna.

Gigni heitir eisini á foreldur, og tey sum annars eru um pinkubørn, um ikki at hava tey við, har nógv fólk eru , og har sjúk fólk eru, tí vaksin kunnu eisini smitta.

Sjúkan brýtur út 3-7 dagar eftir at ein er smittaður.

– Tá ið eitt barn hevur haft RS-virus, er tað ofta vart móti sjúkuni fyrstu tíðina, og tað er sjáldsamt at gerast sjúkur tvær ferðir sama vetur av RS-virus. Men næsta vetur kunnu tey aftur fáa smittuna, eins og onnur børn sum ikki hava haft sjúkuna.

RS-virus setir seg ofta í oyru, eygu, hálsi og í andaleiðina. Tað líkist einum sera ringum forkølilsi, har barnið hostar, hevur nógv og seigt slím og nógvan fepur, Tað er slekk og ofta líka trongt fyri bringuni sum børn við astma bronkitis eru.