landsliðsvenjarin
Basel, Sveis: Sum vera man, so var tað ikki tað heilt stóra, sum Henrik Larsen hevði at siga um dystin móti Sveis, tá tíðindafundur varð hildin. Spurningarnir til føroyska venjarin vóru eingir í tali frá fremmandu pressuni, og tí gekk skjótt hjá honum at koma yvir til føroysku umboðini.
- Vit gera nøkur mistøk í dag, og vit vita jú av, at tað verða revsaðir fyri. Samstundis sært tú eisini, at nakrir av teirra leikarum spæla fyri stórfeløg í Europa. Og spæla vit ikki upp til okkara besta tá, so tapa vit stórt.
Kann tað hugsast, at tað er komandi dysturin móti Fraklandi, sum hevur órógvað leikararnir sinniliga?
- Tað vóni eg ikki. Fyrst og fremst, so haldi eg, at vit vóru hart raktir av hitanum. Tá tú fyrst hevur tikið einar fimm-seks túrar eftir vøllinum, so byrjar tað at verða tungt, og leikararar missa konsentratiónina. Samstundis gera vit alt ov nógv mistøk, sum vit ikki hava ráð til. Eg havi sagt tað fyrr ? og tað fer helst eisini at henda aftur ? at hava vit ein dag, har einir 4-5 leikarar eru undir sítt vanliga støði, so fáa vit slík úrslit.
Mikudagin er aftur dystur á skránni, so føroysku leikararnir hava ikki nógva tíð at reisa seg. Mest av øllum, so tykist avbjóðingin hjá Henrik at vera á sálarliga støðinum til ta uppgávuna, og sjálvur helt hann eisini, at her er nakað at arbeiða við.
- Hava nýtt nógvar kreftir, so hvíld er í øllum førum neyðug. Men sjálvandi mugu vit eisini inn at rætta nøkur mistøk, og so seta liðið eftir tí, sigur Henrik, og avdúkar kanska við hesum, at talan verður um broytingar til dystin mikudagin.
UG til Claus
Størsti spenningurin undan dystinum var kanska, hvussu nýggi leikarin hjá føroyingum fór at standa seg. Av ummælunum framgongur, at hann so avgjørt ikki dumpaði, og sjálvur tóktist Henrik eisini vera nøgdir um avrikið hjá Claus.
- Eg haldi hann gjørdi tað framúrskarandi. Sjálvandi er hann við hasum reyða hárinum eitt sindur hart raktur av hitanum, men tú sært, at hann hevur evnini. Hann tordi eisini at bjóða av, men móti endanum var krútið tó uppi hjá honum, staðfesti landsliðsvenjarin at enda.