Seinastu mongu árini hevur fótbóltsfelagið B36 lagt ein roknskap við trivaligum yvirskoti til góðkenningar fyri limir sínar.
Hesaferð var talan í so máta um eitt undantak, tí raksturin hjá felagnum gav eitt hall upp á 55 tkr. Yvirskotið seinastu árini hevur tó havt við sær, at felagið hevur havt stórar peningaupphæddir innistandandi, og avkastið av hesum var í fjør rættiliga gott.
Netto góvu rentuinntøkurnar 180 tkr., og tí kundi kassameistarin, Kjartan Mohr staðfesta, at botnlinjan á roknskapinum gav eitt yvirskot á 126 tkr.
Eginpeningur felagins er nú 5.025 tkr., og tøki peningurin er 2.052 tkr.










