Í Sørvági er dagstovnurin Alvalon, sum hýsir bæði vøggustovu-og barnagarðsbørnum. Stovnurin nøktar tørvin á dagstovnaplássum sum er, men kommunan arbeiðir við einari ætlan um útbygging og dagføring av stovninum.
Borgarstjórin í Sørvágs kommunu, Eyð Ellingsgaard, vísir á, at endamálið við dagføringini av Alvalon er at veita bæði børnum og starvsfólkum enn betri kor og umstøður á stovninum.
- Køkurin í Alvalon er ótíðarhóskandi, og tí verður arbeitt við einum uppskoti um at taka eina stovu í núverandi stovni til nýggjan køk, sigur hon.
Eyð Ellingsgaard leggur tó dent á, at endalig avgerð ikki er tikin í kommununi um, hvussu hetta skal gerast, men hon vónar, at ein avgerð fyriliggur nakað skjótt.
Í Sørvágs kommunu hava tey sum er tøk pláss, bæði í barnagarðinum og skúlanum, og í kommununi eiga tey eisini nýggj grundstykki, sum eru planerað og klár at byggja á.
Sørvágs skúli er gjøgnum árini dagførdur í fleiri umførum, og gamli parturin av skúlanum er eisini høvuðsumvældur.
##med2##
Eyð Ellingsgaard, ið situr á sínum fyrsta skeiði sum borgarstjóri, sigur, at nú verður takið skift á nýggjara partinum av skúlanum og fimleikarhøllini.
Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er nógv tilfar um ymiskt virksemi í Sørvágs kommunu, og her eru eisini fimm blaðsíður um Gásadal.