Avhoyrdur um Lockerbie

Moussa Koussa, sum var uttanríkisráðharri í Libya, til hann rýmdi til London fyri átta døgum síðani, er nú avhoyrdur um Lockerbie-yvirgangsatsóknina í 1988. Tað er skotska løgreglan, sum hevur avhoyrt hann. Moussa Koussa var ein av næstu medarbeiðarunum hjá Gadafi í mong ár, og fleiri halda, at tað var hann, sum legði yvirgangsatsóknina at Pan Am-flogfarinum til rættis. 270 fólk doyðu.

Í 2009 gjørdu skotar av at lata libyska ríkisborgaran Abdel Basset al-Megrahi leysan. Hann er tann einasti, sum er dømdur fyri Lockerbie-atsóknina, men varð latin leysur, tí hann var illa sjúkur av krabbamein og sagdur at vera deyðanum nær. Men Megrahi er framvegis á lívi, og nú verður sagt, at Moussa Koussa hevði ein avgerandi lut í, at hann varð latin leysur.